Trivnaðarætlan

Trivnaðarætlan

Trivnaðarætlan fyri Hósvíkar skúla 
Treytin fyri at næmingarnir skulu kunna luttaka í einum felagsskapi er, at teir hava sosialan førleika. Treytin fyri at næmingarnir skulu kunna fáa sum mest burtur úr undirvísingini er, at teir trívast í skúlanum.  
 
Trivnaðarætlanin skal verða eitt amboð í gerandisdegnum hjá næmingum, lærarum og foreldrum til at menna sosiala førleikan hjá næmingunum og skapa góðan trivnað og læruumhvørvið í skúlanum. Tað er týdningarmikið at heimið stuðlar upp undir trivnaðin í skúlanum.


Í Endamálsgrein fólkaskúlans stendur soleiðis:
§1 Uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.
 
Endamálið við trivnaðarætlanini er:
1. At økja sosiala førleikan hjá næmingunum
2. At skapa eitt gott læruumhvørvið
3. At læra næmingarnar at taka ábyrgd av trivnaðinum og læriumhvørvinum í flokkinum
4. At økja samstarvið millum – næmingar, lærarar, heim og skúla
 
Vit ynskja at:

  • Yngri og eldri næmingar hjálpa og læra av hvørjum øðrum, fakliga og sosialt
  • Næmingarnir tosa virðiliga hvør við annan
  • Eingin argar, happar ella særir onnur
  • Næmingarnir hjálpa/ boða frá, um onkur er í vanda ella hevur tað ringt
  • Teir eldru næmingarnir eru góðar fyrimyndir hjá teimum yngru
  • Næmingarnir fara væl um skúlan
  • Næmingarnir eru góð umboðan fyri skúlan úti millum onnur

Trivnaðartiltøk í skúlanum
Í ársætlan skúlans eru ásettir dagar fyri ymisk afturvendandi tiltøk, sum eru við til at økja um trivnaðin hjá næmingum, lærarum og foreldrum s.s.: Seturskúli, útferðir, vitjanir,  garðdagur, verkætlanararbeiði, evnisarbeiði, jóla- og føstulávintshald og heim/skúlasamstarv. Av og á verður skipað fyri hugnakvøldi, sum foreldrabólkarnir skipa fyri og tiltøk fyri foreldrini.

Til at stuðla okkum við trivnaðararbeiðinum, hava vit:
Atferðarreglur
Floksreglur
Floksfundir
Næmingasamrøður
Happiætlan
Foreldrabólkar
Spælilið
Heilsufrøðing
SSP
Førleikastovuna: AKT lærara, serlærara, lesivegleiðara, orðblindalærara og støddfrøðisvegleiðara
Sernám

Skúlastýrið

Happing
Eyðkenni fyri happing er fyrst og fremst, at valdsbýtið er ójavnt millum partarnar – happing er tí ikki ein tvístøða ella ein konflikt og kann ikki viðgerast sum slík.


Tað er ein mannarættur at kunna kenna seg tryggan í skúlanum. Bæði í flokkinum og í skúlagarðinum. Tí verður happing ikki góðtikin og skal basast. Kanningar vísa tíbetur, at skúlar, ið arbeiða fyribyrgjandi ímóti happing, hava góð úrslit at vísa á.
 
Eitt barn kann verða happað við nógvum ymiskum, men um eitt barn verður happað, er tað grundleggjandi tí, at “normarnir” loyva tí.
 
Tí snýr arbeiði móti happing seg um at hevja tolsemið hjá barninum/børnunum – at læra tað/tey eina atferð, ið leggur áherðslu á at innlima onnur børn í felagsskapin í staðin fyri at útihýsa.
 
Vit rokna við, at øll foreldur stuðla skúlans arbeiði at forða happing, og virða tær sosialu spælireglur, ið eru í skúlanum.

Heilt ítøkiliga definera vit happing soleiðis:

Talan er um happing í skúlanum, tá ið ein ella fleiri floksfelagar áhaldandi arga ella útihýsa einum persóni, har hesin er “noyddur” at vera.


Beinleiðis happing:           sjónligt álop, harðaskapur, hóttan og háðan

Óbeinleiðis happing:         hildin uttanfyri

Lærarar og starvsfólk

  • Eru sjónlig vaksin
  • Virða øll eins
  • Kunna alsamt um skúlans virksemið
  • Síggja foreldur sum tilfeingið skúlans
  • Fremja gott læruumhvørvið fyri  hin einstaka
  • Fremja eitt gott og friðarligt umhvørvið, fyri at tryggja góðan arbeiðsfrið
  • Hava góðar arbeiðsvanar
  • Vísa virðing og krevja at verða vird
  • Eru góðar fyrimyndir
  • Vísa tolsemi og vera rúmligur
  • Eru jalig og hava fokus á tað, sum eydnast

Fyribyrgjandi leistur

  • Morgunløta og floksfundir
  • Allir næmingar sleppa til orðanna
  • Týðilig tala
  • Tolsemi
  • Tryggleiki
  • Samtaluteknikkur/ eitt jaligt prát
  • Virðing fyri ymiskleikanum hjá hvørjum øðrum

Felags ábyrgd millum heim og skúla.  
• Bæði børn og vaksin hava krav uppá eitt tosingarlag, ið er merkt av sínamillum virðing og   tolsemi.
• Tað eru altíð tey vaksnu – lærarar og foreldur – ið hava ábyrgdina av, at tað er eitt gott sosialt umhvørvi í skúlanum og í flokkunum. Arbeiðið við tí sosiala lívinum í flokkinum kann ikki ”veljast frá” av teimum vaksnu.
• Skúlin góðtekur ikki, at børn og vaksin vera “útsett”  fyri ella “útseta” onnur fyri nervandi arging og happing.
• Skúlin væntar, at foreldrini virða og stuðla um tær sosialu spælireglurnar, ið eru galdandi í skúlanum og í teimum einstøku flokkunum.
• Í skúlanum siga vit, at tað ikki er ”at slatra”, tá gjørt verður vart við, at onkur hevur brúk fyri hjálp. Tað er at vera ein góður vinur.
• Næmingarnir skulu altíð siga einum vaksnum frá, um tey eru útsett fyri ágangandi arging og happing, ella um tey varnast tekin um happing millum onnur børn í skúlanum.
• Foreldur, sum varnast ella hava varhugað av, at teirra barn verður illa argað ella happað, skulu seta seg í samband við flokslæraran ella skúlaleiðsluna.


• Skúlin væntar, at øll vaksin – foreldur, lærarar og starvsfólk reagera umgangandi, um tey í teirra dagligu ferð í skúlanum vera vitnið til, at eitt barn verður hótt, talað ljótt við, lagt hond á ella á annan hátt verður niðurgjørt. Um foreldur varnast slíkar tilburðir, hava tey skyldu til at seta seg í samband við ein lærara.

Hósvíkar skúli, sep. 2017
Námsfrøðiliga ráðið og Skúlastýrið fyri Hósvíkar skúla

10 góð ráð til foreldur

1. Ráð

Tosa ikki ilt um floksfelagar hjá barni tínum. Heldur ikki um foreldur teirra.

Hví? Hetta órógvar barnið, tá tað skal knýta vinarbond í flokkinum. Ávirkanin heimanífrá hevur stóra ávirkan á tolsemið í flokkinum.

 2. Ráð

Stuðla barni tínum í at vera fjølbroytt í mun til at knýta vinarbond í flokkinum.

Hví? Tað styrkir barnið at hava relatiónir við fleiri børn í flokkinum. Hetta minkar eisini um vandan fyri, at okkurt barn er serliga einsamalt.

3. Ráð

Spyr til floksfelagar hjá barni tínum, sum ongantíð verða nevndir, eru við heima, ikki bjóða í føðingardag o.s.fr.

Hví? Hesi ’ósjónligu’ børn kunnu vera happað børn, sum hava fyri neyðini at verða tikin við inn í spælið ella samanhaldið.

4. Ráð

Stuðla barni tínum í at verja tað barnið, ið ikki kann verja seg sjálvt.

Hví? Ein hjálpandi hond frá einum floksfelaga kann hava serstakliga stóran týdning fyri happaða barnið, so tað kemur út úr avbyrgingini, sum happingin ofta skapar.

 

5. Ráð

Syrg fyri, at títt barn tekur lut í øllum føðingardøgum, tað verður boðið í. Sig frá, um ikki ber til at koma.

Hví? Hetta vísir, at ein føðingardagsinnbjóðing verður vird, og tað hevur stóran týdning fyri føðingardagsbarnið.

 

6. Ráð

Sig barni tínum, at føðingardagar eru ymiskir, og hetta er tað, sum ger teir spennandi.

Hví? Útsetta barnið í flokkinum fær ofta at vita, at hennara/hansara føðingardagur er keðiligur. Flest øll børn verða særd, tá familja teirra verður niðurgjørd.

 

7. Ráð

Minnist altíð til sosialan føðingardagspolitikk, tá tit sjálv halda føðingardag fyri tykkara barni: øll, eingin ella allar gentur/allir dreingir. Hetta halda flestu børn vera rættvíst.

Hví? Tað er ómetaliga týdningarmikið fyri felagskensluna í flokkinum, at boðið verður í hesum ’viðtiknu’ bólkunum. Ikki at verða boðin við í føðingardag er ógvuliga særandi.

 

8. Ráð

Gev tær tíð til samveru við hini foreldrini í flokkinum.

Hví? Sosial samvera millum foreldrini í flokkinum, hevur góða ávirkan á samveruna millum børnini.

 

9. Ráð

Stuðla lærarum, ið at raðfesta sosiala lívið í flokkinum.

Hví? Lærarar, sum gera nakað ítøkiligt fyri at betra um trivnaðin í flokkinum, hava stuðul fyri neyðini, um hetta skal eydnast.

 

10. Ráð

Brúka foreldraumboðini og skúlastýrið í sambandi við arbeiðið ímóti happing.

Hví? Hesi kunnu virka við til, at “fyribyrgingarleisturin” verður høgt raðfest.

 Helle Rabøl Hansen, danskur serfrøðingur í happing, hevur orðað hesi 10 ráðini.