Staðarnøvn í Hósvík

Bátafelagið í Hósvík er farið undir at seta navnaskelti við gomlum staðarnøvnum upp á hús í bygdini. Fyrsta skeltið varð sett upp í morgun ”Uppi á Knúgva”og var skúlin við til hesa hugnaligu løtu, har vit eisini fingu fortalt um staðið.

Skúlabørnini eru øll í húgvu, sum tey hava fingið frá Sunda Kommunu.