Samrøðubólkar

Nú byrjar samrøðubólkur aftur.

Nú er aftur møguleiki fyri at melda seg til samrøðubólk fyri børn/ung hvørs foreldur eru farin frá hvørjum øðrum. Øll børn í 2.-10. fl. eru vælkomin at melda seg til.

Nýggjur bólkur byrjar 4. nov. fyri børn í 6.-8. fl. Enn eru nøkur pláss eftir.

Melda til skjótast gjørligt ella í seinasta lagi týsdagin 27. okt.

Vit fara at hava bólk fyri aðrar aldrar eisini.

Tilboðið vendir sær til øll børn/ung sum hava foreldur, sum eru farin hvør til sítt, líka mikið um tað nýliga er hent ella tað liggur fleiri ár afturi í tíðini.

Samrøðubókurin er ætlaður sum eitt fyribyrgjandi tilboð. Talan er ikki um terapi, men vit vilja geva børnum og ungum møguleika til at seta sína lívsstøðu inn í eitt størri høpi. Hetta gevur teimum konkret amboð til at takla/megna tær kenslur og tankar, tey ganga og stríðast við.

At møta øðrum, sum hava upplivað okkurt líknandi teirra egna, kann hjálpa børnum og ungum í ikki at kenna seg einsamøll, skeiv ella ónormal.

Tað kostar einki at vera við í samrøðubólki. Ætlanin er, at bólkurin hittist 7 ferðir í Skúlanum við Streymin, mikudagar frá kl 13.00-14.30 í tíðarskeiðnum frá 04. nov. til 24. feb.

Freistin hesaferð at melda til er týsdagin 27. oktober.

Tit kunnu ringja ella skriva til okkum á tlf. 584538 katrin.hoejsted@skulin.fo

ella tlf. 562378 klarat@gigni.fo

Blíðar heilsanir

Katrin Højsted, AKT lærari og Klara í Túni Jakobsen, heilsufrøðingur

Kunning

5. flokkur byrjar aftur í skúla týsmorgunin 12. mai kl. 08.00.

Sí kunning í vikuætlanini

Kunning

4. flokkur byrjar aftur í skúla mánadagin 4. mai kl. 08.00. Sí kunning á vikuætlan.

Kunning

Góðu foreldur.

Sum tykkum kunnugt verður skúlin stongdur í fyribils tvær vikur. Tó kunnu undantøk verða í serligum føri. Sí kunning frá mentamálaráðnum niðanfyri.

“Í hesi kreppustøðu, ið allur heimurin er komin í, verður neyðugt, at ávís starvsøki halda fram ótarnað. Her er talan um m.a. heilsuverkið, eldraøkið, løgregluna, tilbúgvingina og innan ávísar vinnur. Hesi starvsfólk mugu røkja sínar arbeiðsligu skyldur, og tað kann geva avbjóðingar viðvíkjandi ansing. Skúlarnir og frítíðarskúlarnir mugu tí hava opið í neyðugum vavi fyri børn, sum ganga í forskúla og 1., 2. og 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig. Henda serskipan er bara galdandi hjá teimum børnum, hvørs foreldur starvast á serliga avgerandi økjum, og sum ongan møguleika hava fyri ansing annars.

Hesi foreldur mugu venda sær til skúlaleiðsluna við grundgevingum fyri, hví tørvur er á hesum tilboði. Skúlans skylda í hesum sambandi er frá á morgni sum vant og til middags, tá ið frítíðarskúlin tekur yvir”.

Vinarliga boðað frá, sum skjótast, um tit, innan ásettu karmar, hava tørv á hesum tilboði.

Vinarliga

Jóhanna Højgaard Joensen

Tlf. 722040

Kunning um skrubb.

Góðu foreldur. Tilburður av skrubb er staðfestur í skúlanum. Kunningarfaldari kann takast niður, sí longur niðri á síðuni.

Fyrilestur

Góðu foreldur.

Hóskvøldið 5/3-20 frá kl. 19-20 kemur Andriása Dam at hava áhugaverdan fyrilestur í skúlanum um heilan og læring. Hjartaliga vælkomin.