Lesivika í Hósvíkar skúla

Lesivika í Hósvíkar skúla.

 

Í ár hava vit valt, at hava eina lesiviku, í Hósvíkar skúla.  

Vit lurta eftir eini felagsbók, Hodja úr Pjort.

Vit hava lánt bøkur frá bókasavninum, so úrvalið til frílesing verður størri enn vanligt.

Harumframt, fara næmingarnir at skriva sína egnu søgu.

Týsdagin fara vit ein túr á listasavnið. Vit fáa eina rundvísing á savninum, og kanska onkur finnur íblástur til eina søgu har?

Týskvøldið bjóða vit tykkum, til eitt hugnaligt kvøld har vit savna okkum um lesing og bókmentir.

Málið við lesivikuni er at strimbra lesihugin,, at fáa felags lesiupplivilsir, og eisini at nýta hugflogið og skriva søgur.