Kunning

Góðu foreldur.

Sum tykkum kunnugt verður skúlin stongdur í fyribils tvær vikur. Tó kunnu undantøk verða í serligum føri. Sí kunning frá mentamálaráðnum niðanfyri.

“Í hesi kreppustøðu, ið allur heimurin er komin í, verður neyðugt, at ávís starvsøki halda fram ótarnað. Her er talan um m.a. heilsuverkið, eldraøkið, løgregluna, tilbúgvingina og innan ávísar vinnur. Hesi starvsfólk mugu røkja sínar arbeiðsligu skyldur, og tað kann geva avbjóðingar viðvíkjandi ansing. Skúlarnir og frítíðarskúlarnir mugu tí hava opið í neyðugum vavi fyri børn, sum ganga í forskúla og 1., 2. og 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig. Henda serskipan er bara galdandi hjá teimum børnum, hvørs foreldur starvast á serliga avgerandi økjum, og sum ongan møguleika hava fyri ansing annars.

Hesi foreldur mugu venda sær til skúlaleiðsluna við grundgevingum fyri, hví tørvur er á hesum tilboði. Skúlans skylda í hesum sambandi er frá á morgni sum vant og til middags, tá ið frítíðarskúlin tekur yvir”.

Vinarliga boðað frá, sum skjótast, um tit, innan ásettu karmar, hava tørv á hesum tilboði.

Vinarliga

Jóhanna Højgaard Joensen

Tlf. 722040