Seinasta vikan

Skrá fyri seinastu skúlavikuna skúlaárið 2020-2021

                                                                                                                                                                                        

Skúlatíðirnar eru sum vanligt.

 

Mánadagur 14 Týsdagur 15 Mikudagur 16 Hósdagur 17 Fríggjadagur 18
 

Vit fara til Nesvíkar at spæla, hugna og grilla.

 

 

 

Dagurin fríur. Er veðrið gott fara vit oman á sand ella niðan til Skipið.

 

Saman við Hvalvíkar skúla ganga vit niðan á Rishellu.

 

Samansjóðingar dagur við Streymin fyri komandi 4. Flokkar frá kl. 08.00-12.30

Dagurin fríur. Er veðrið gott verða vit úti.

 

Vit siga farvæl og takk fyri í ár.

Hugna og rudda.

Hava við Hava við Hava við Hava við Hava við
 

Lítlan matpakka/drekka og góð klæðir.

 

 

 

Lítlan og stóran matpakka/drekka, góð klæðir.

 

Lítlan og stóran matpakka/drekka og góð klæðir.

 

Lítlan og stóran matpakka/drekka, góð klæðir.

 

Lítlan og stóran matpakka/drekka.

 

 

Tykkum øllum verður ynskt eina góða summarferiu. Eisini ynskja vit alt tað besta víðari til Sesiliu, Róa og Elias. Takk fyri tíðina saman við tykkum.

 

Heilsan Tórgerð og Hanna

Garðdagur

Árligi garðdagurin í Hósvíkar skúla verður hósdagin 6. mai frá klokkan 16-18.

Arbeiðsøkini verða at lúka rundan um trøini og skúlan. Skúlin skaffar arbeiðsamboð.

Vit fáa vaflur og okkurt at drekka kl. 17.

Vit gleða okkum at síggja tykkum -)

Lesivika í Hósvíkar skúla

Lesivika í Hósvíkar skúla.

 

Í ár hava vit valt, at hava eina lesiviku, í Hósvíkar skúla.  

Vit lurta eftir eini felagsbók, Hodja úr Pjort.

Vit hava lánt bøkur frá bókasavninum, so úrvalið til frílesing verður størri enn vanligt.

Harumframt, fara næmingarnir at skriva sína egnu søgu.

Týsdagin fara vit ein túr á listasavnið. Vit fáa eina rundvísing á savninum, og kanska onkur finnur íblástur til eina søgu har?

Týskvøldið bjóða vit tykkum, til eitt hugnaligt kvøld har vit savna okkum um lesing og bókmentir.

Málið við lesivikuni er at strimbra lesihugin,, at fáa felags lesiupplivilsir, og eisini at nýta hugflogið og skriva søgur.

 

Innskriving

Innskriving til 1. flokk skúlaárið 2021/2022 verður í Hósvíkar skúla mánadagin 18.01.21 kl. 17.00 😃

Staðarnøvn í Hósvík

Bátafelagið í Hósvík er farið undir at seta navnaskelti við gomlum staðarnøvnum upp á hús í bygdini. Fyrsta skeltið varð sett upp í morgun ”Uppi á Knúgva”og var skúlin við til hesa hugnaligu løtu, har vit eisini fingu fortalt um staðið.

Skúlabørnini eru øll í húgvu, sum tey hava fingið frá Sunda Kommunu.

Skúlastýrisval

Skúlastýrisval fyri Hósvíkar skúla verður 10. november 2020. Í hesum sambandi liggur vallisti frammi á skrivstovu skúlans. Valrætt og valbæri hava tey, ið hava foreldramyndugleikan yvir børnunum.

Uppstillingarfundur verður hóskvøldið 22.10-2020 kl. 19.00. Vónandi møta tit fjølment!