Kom og spæl Tvørfloytu:-)

Súsanna, ið undirvísir í Tvørfloytu var og vitjaði okkum í dag. Næmingarnir fingu høvi at royna at blása í eina Tvørfloytu, stuttligt:-) Tey fingu eisini eitt bræv í postmappuna heim við

Um undirtøka verður, kemur Súsanna at undirvísa í Tvørfloytu í Hósvíkar skúla fríggjamorgnar.

Tekningin fer fram á https://nordljomur.fo/

Samrøðubólkar

Nú byrjar samrøðubólkur aftur.

Nú er aftur møguleiki fyri at melda seg til samrøðubólk fyri børn/ung hvør foreldur eru farin frá hvørjum øðrum.

Ætlanin hesa ferð er at hava bólk fyri næmingar í 6. – 8. flokki.

Tó eru allir næmingar frá 2. – 10. flokk vælkomnir at melda seg til.

Tilboðið vendir sær til øll børn/ung sum hava foreldur, sum eru farin hvør til sítt, líka mikið um tað nýliga er hent ella tað liggur fleiri ár afturi í tíðini.

Samrøðubókurin er ætlaður sum eitt fyribyrgjandi tilboð. Talan er ikki um terapi, men vit vilja geva børnum og ungum møguleika til at seta sína lívsstøðu inn í eitt størri høpi. Hetta gevur teimum konkret amboð til at takla/megna tær kenslur og tankar, tey ganga og stríðast við.

At møta øðrum, sum hava upplivað okkurt líknandi teirra egna, kann hjálpa børnum og ungum í ikki at kenna seg einsamøll, skeiv ella ónormal.

Tað kostar einki at vera við í samrøðubólki. Ætlanin er at bólkurin hittist 7 ferðir á Skúlanum við Streymin, í tíðarskeiðnum frá 12. sept. til 4. des. Tað tekur uml. 1½ tímar hvørja ferð.

Freistin at melda til er hósdagin 5. september. Tit kunnu ringja ella skriva til okkum á tlf. 584538 katrin.hoejsted@skulin.fo ella tlf. 562378 klarat@gigni.fo

Blíðar heilsanir

Katrin Højstedt, AKT lærari og Klara í Túni Jakobsen, heilsufrøðingur

Talvkappingin 2019

Tilmeldingarseðil hongur uppi í skúlanum. Talvkappingin byrjar týsdagin 29/1 kl. 8.45. Vit fara at telva týsmorgnar og hósmorgnar kl. 8.45-9.30