Kom og spæl Tvørfloytu:-)

Súsanna, ið undirvísir í Tvørfloytu var og vitjaði okkum í dag. Næmingarnir fingu høvi at royna at blása í eina Tvørfloytu, stuttligt:-) Tey fingu eisini eitt bræv í postmappuna heim við

Um undirtøka verður, kemur Súsanna at undirvísa í Tvørfloytu í Hósvíkar skúla fríggjamorgnar.

Tekningin fer fram á https://nordljomur.fo/

Samrøðubólkar

Nú byrjar samrøðubólkur aftur.

Nú er aftur møguleiki fyri at melda seg til samrøðubólk fyri børn/ung hvør foreldur eru farin frá hvørjum øðrum.

Ætlanin hesa ferð er at hava bólk fyri næmingar í 6. – 8. flokki.

Tó eru allir næmingar frá 2. – 10. flokk vælkomnir at melda seg til.

Tilboðið vendir sær til øll børn/ung sum hava foreldur, sum eru farin hvør til sítt, líka mikið um tað nýliga er hent ella tað liggur fleiri ár afturi í tíðini.

Samrøðubókurin er ætlaður sum eitt fyribyrgjandi tilboð. Talan er ikki um terapi, men vit vilja geva børnum og ungum møguleika til at seta sína lívsstøðu inn í eitt størri høpi. Hetta gevur teimum konkret amboð til at takla/megna tær kenslur og tankar, tey ganga og stríðast við.

At møta øðrum, sum hava upplivað okkurt líknandi teirra egna, kann hjálpa børnum og ungum í ikki at kenna seg einsamøll, skeiv ella ónormal.

Tað kostar einki at vera við í samrøðubólki. Ætlanin er at bólkurin hittist 7 ferðir á Skúlanum við Streymin, í tíðarskeiðnum frá 12. sept. til 4. des. Tað tekur uml. 1½ tímar hvørja ferð.

Freistin at melda til er hósdagin 5. september. Tit kunnu ringja ella skriva til okkum á tlf. 584538 katrin.hoejsted@skulin.fo ella tlf. 562378 klarat@gigni.fo

Blíðar heilsanir

Katrin Højstedt, AKT lærari og Klara í Túni Jakobsen, heilsufrøðingur

Talvkappingin 2019

Tilmeldingarseðil hongur uppi í skúlanum. Talvkappingin byrjar týsdagin 29/1 kl. 8.45. Vit fara at telva týsmorgnar og hósmorgnar kl. 8.45-9.30

Ítróttardagur – 6. fl. skipaði fyri

Mikudagin, 21. juni, skipaði 6. flokkur fyri ítróttardegi. Hetta var sum eitt lítið farvæl hjá teimum, nú tey skulu ganga í Sunda skúla komandi skúlaár.
Tey býttu næmingarnar í bólkar. Hesir skuldu fara út á eina spennandi postarenning. Postar lógu goymdir kring um bygdina. Á postunum stóðu bókstavir, ið tey skuldu seta saman til eitt orð.
Hetta gekk alt væl. Aftaná vóru ymsar stuttligar kappingar á skúlavøllinum og fótbóltsvøllinum m.a. at ganga við einari ballón í einari skeið, ið var fylt við vatni og at eta súrepli í vatni.
Frálíkt tiltak 6. flokkur! 🙂

Uppi í Risahellu

19. juni var skúlin uppi í Risahellu. Tá ið vit komu niðaná, fór at regna eina løtu. Tá fingu næmingarnir sær ein bita aftan fyri onkran steinin. Men so sleit í, og tá var m.a. spælið “krógva og blunda” spælt.
Nakrir næmingar klivu upp á teir stóru steinarnir, ið liggja her uppi – harav navnið.
Frítt og gott at ganga her uppi.
Ein góður túrur 🙂