Góðu foreldur

Nú er heimasíðan við at verða virkin aftur. Lærarar skúlans fara í vikuni at leggja heimasetningin og nýggjar tímatalvur út. Tá tit skulu vita, um barn tykkara hevur heimaarbeiði, skulu tit trýsta á næmingar. Herundir finna tit boðklivan, tímatalvuna og vikuætlanina. Í boðklivanum fara boð frá flokslæraranum til tykkum foreldur at liggja. Heimasetningurin er at finna undir vikuætlanini. 
Vit hava roynt at gera heimasíðuna meira brúkaravinarliga og vóna, at tit fara at verða glað fyri hana.