Katrina fekk heiðursmerki

Týsdagin 05.11.19 fekk Katrina Svartá handað heiðursmerki frá Margrethe 2 drotning.

Katrina Svartá hevur verið vaskikona í Hvalvíkar skúla í 40 ár og er tað enn í dag. 

Heðin Zachariasen, borgarstjóri, segði nøkur orð á kommunuskrivstovuni og handaði síðani Katrinu heiðursmerkið frá Margrethu drotning 2.

Sjúrður Ferjá, fyrrverandi fyrstilærari og kommunustýrisformaður í Hvalvíkar kommunu, segði eisini nøkur orð. Tað var hann í síni tíð, sum setti Katrinu í starv sum vaskifólk í Hvalvíkar skúla.

Hetta er fyrstu ferð, at starvsfólk í Sunda kommunu fær slíkan heiður. Vit vilja ynskja Katrinu hjartaliga til lukku við heiðrinum.

(sí fleiri myndir her)