Steintór vitjaði

Týsdagin 29. oktober vitjaði Steintór Rasmussen skúlan. Hann hevði guitarin við, so tað var beinanvegin eyðsýnt, at her mundi tónleikur

fara at vera á skránni. Og so var! :)

Sangløtan var hildin í gongini uppiá. Skjótt rungaði góður sangur um skúlan. Ein fragd at hoyra. Sungnir vóru sangir, ið næmingarnir dugdu

fyri tað mesta. Fleiri av sangunum vóru sangir, ið Steintór sjálvur hevði gjørt lag og tekst til. Annars ein fjølbroytt sangløta.

Steintór helt, at næmingarnir sungu væl við, og at tað var ein fragd at syngja við teimum.

Vit mugu bara siga: Somuleiðis Steintór!

Sí myndasavnið.