Árligi skúlarennidagurin

Skúlin hevði rennidag í dag. Veðrið var frálíkt, eitt sindur kølið. Næmingarnir kundu velja at renna 5 ella 10 kilometrar frá skúlanum og inn eftir vegnum niðan í Saksunardal.

Flestu valdu at renna 5 km, men tað vóru fleiri, ið valdu longra teinin. Tá ið komið var aftur á skúlan, bíðaði næmingunum eitt heiðursbræv, har teirra navn varð skrivað á og

longd á rennitúrinum.

Kristianna saman við øðrum lærarum hevði bakað vælsmakkandi klattir og saft var eisini sett fram. Næmingarnir nýttu heitu klattirnar aftur við køldu saftini.

Ein frískur og sunnur dagur hjá næmingunum!

Sí fleiri myndir í myndasavninum...