Viðtøkur fyri næmingaráðið

Viðtøkur fyri næmingaráðið í Hvalvíkar skúla
 
§1 Navn

Navnið á næmingaráðnum er "Næmingaráðið í Hvalvíkar skúla"
 

§2 Endamál

Stk. 1
Næmingaráðið hevur til uppgávu at arbeiða fyri áhugamálum hjá næmingum í skúlanum innan hesi øki:
· Viðurskifti, ið hava við skúlagongdina at gera
· Fysisku karmarnir á skúlanum
· Sosial viðurskifti
· Skúla-gerandidagurin
Stk. 2 Næmingaráðið hevur ikki rætt til at viðgerða persónsmál um lærarar ella næmingar.
 

§3 Skipan av næmingaráði

Stk. 1
Í næmingaráðnum er eitt umboð úr hvørjum flokki.
 
 
 
Stk. 2
Leiðsla skúlans er umboðað í næmingaráðnum. Uppgávan hjá leiðsluni er at vegleiða næmingunum í nevndararbeiðinum. Leiðslan hevur ikki atkvøðurætt í næmingaráðnum.
Stk. 3
Næmingaráðið skipar seg við formanni, næstformanni, skrivara og vanligum limum.
Stk. 4
Næmingaráðið kann seta smærri arbeiðsbólkar, at arbeiða við ítøkiligum málum og uppskotum, ið síðani kunnu leggjast fram fyri ráðið.
Stk. 5
Næmingaráðið skal minst eina ferð árliga koma á skúlastýrisfund at geva eina frágreiðing um virksemi hjá næmingaráðnum. Næmingaráðið kann eisini leggja uppskot fram fyri skúlastýrið.
Stk. 6
Næmingaráðið er viðtøkuført, um minst 2/3 av limunum eru til staðar á fundinum.

 
§4 Val

Stk. 1
Val til næmingaráðið er skjótast gjørligt eftir at eitt nýtt skúlaár er byrjað.Nýggja næmingaráðið tekur við beinanvegin eftir valið.
Stk. 2
Leiðsla skúlans skipar fyri valinum til næmingaráðið.

 
 
 
§5 Fundir í næmingaráðnum

Stk. 1
Fundir skulu verða í næmingaráðnum minst fýra ferðir um árið.
Stk. 2
Næmingaráðið skrivar fundarfrásøgn til hvønn fund. Fundarfrásøgnin skal verða tøk til allar næmingar skúlans.
Stk. 3
Allir fundir í næmingaráðnum skulu hava eina dagsskrá. Formaðurin ger hesa dagsskrá, og kunnar hinar limirnar um hana, seinast 3 dagar fyri fundin.
Stk. 4
Allir næmingar skúlans kunnu koma við punktum til dagsskránna hjá næmingaráðnum. Hesi skulu verða formanninum í hendi minst eina viku undan fundinum.
Stk. 5
Formaðurin leiðir næmingaráðsfundin í samráð við leiðsluna. Um formaðurin ikki er til staðar, leiðir næstformaðurin fundin.
Stk. 6
Formaðurin hevur rætt til at burturvísa limum av fundi, um hesir sýna óhøviskan atburð.
 

§6 Broytingar

Broytingar í viðtøkunum skulu góðkennast av skúlaatýrinum og av minst 2/3 av næmingaráðnum.