Trivnaðarætlan

  Trivnaðarætlan fyri Hvalvíkar skúla
 
Trivnaðarætlanin fyri Hvalvíkar skúla skal verða ein leiðbeinandi arbeiðsætlan, ið altíð skal kunna tillagast.
Trivnaður er ein grundleggjandi fortreyt fyri  allari læring. At læra krevur, at tú millum annað hevur álit og virðing fyri tínum arbeiðs- og floksfeløgum.
Harumframt er tað av stórum týdningi, at skúlin arbeiðir ímóti einum happingarfríum umhvørvið, soleiðis at vælveran og trivnaðurin hjá okkum øllum er góður.
 
Endamál:
·       Okkara endamál er, at øll skulu trívast og kenna seg tryggan, mennast bókliga, handaliga og sosialt.
·       Fyri at náa endamálinum, mugu øll føla seg sædd, hoyrd og viðurkend.  
·       Vit vísa fyrilit og umsorgan fyri hvørjum øðrum og taka ábyrgd av egnum gerðum.
 
1.     Allir flokkar hava floksreglur.
·       Flokslærarin hevur ábyrgd av at gera floksreglur saman við flokkinum.
·       Floksreglur hanga á einum sjónligum staði.
·       Um eitt barn verður útsett fyri happing, skal skúlin taka hetta í stórum álvara og seta tiltøk í gongd fyri at basa happingini.
·       Ein innanhýsis trivnaðarætlan verður gjørd fyri einstaka flokkin. Hon inniber ymisk tiltøk, so sum  útferðir, foreldrakvøld, hugnadag, film o.s.fr.
 
2.Næmingurin
·       Skal vísa øðrum næmingum, starvsfólkum og skúlanum virðing
·       Møta væl og vera væl fyrireikaður.
·       Siga flokslæraranum frá, um hann ikki trívist ella hevur ansa eftir mistrivnaði hjá øðrum næmingi.
 
 
 
 
3. Allir flokkar hava foreldraráð:
·       Foreldraráðið verður valt á felags foreldrafundi í september.
·       Foreldraráðið skipar fyri felags tiltøkum.
 
4. Heim og skúli
·       Foreldur/avvarðandi skulu vísa barninum og skúlanum virðing.
·       Foreldur/avvarðandi skulu samstarva við skúlan
·       Foreldur/avvarðandi  hava ábyrgd av, at barnið møtir rættstundis, er væl hvílt, er væl fyrireika, mett og hevur matpakka og øll skúlaamboðini við.
 
5. Felags tiltøk
·       Til tess at menna trivnaðin, skipar skúlin fyri felags tiltøkum fyri næmingum ávís tíðarskeið á árinum.
·       Á jólum er tiltak fyri næmingum og foreldrum.
·       Felags ítróttadagur er í summarhálvuni, dagurin verður hildin í nærumhvørvinum.
·       Seturskúli er fyri eldru flokkarnar.
·       Tvey trivnaðar tiltøk verða hildin fyri lærarum, foreldrum og næmingum árliga.
 
6. Umhvørvið:
Skúlagarðurin
·       Í skúlagarðinum er ein Fifavøllur, sum næmingarnir spæla á.
·        Ymisk spøl eru málaði í skúlagarðinum, so næmingarnar hava eitthvørt at spæla við í fríkorterinum.
·       Møguleiki er eisini at spæla kurvabólt ella hoppa band.
·       Framtíðarætlanin er at betra um skúlagarðin trivnaðinum at frama.
 
Gangirnar
·       Um veðrið ikki er til vildar, eru næmingarnir inni í fríkorterinum.
·       Ymisk borðspøl eru til næmingarnir at spæla við, tá teir eru inni.
·       Skúlin er í tveimum hæddum. Yngru næmingarnir eru á aðru hædd, meðan teir eldru eru í kjallarahæddini.
·       Veggirnir eru prýddir við ymiskum arbeiði, sum næmingarnir sjálvir hava virkað í skúlatíðini.
 
7. Onnur virkandi:
·       Bæði AKT lærari, SSP lærari og heilsufrøðingurin eru sera týðandi partar av trivnaðarvirkseminum í skúlanum. Hesi kunnu verða tikin uppá ráð at greiða torfør mál.
·       Afturat hesum hevur skúlin námsfrøðiligaráðið, skúlastýrið og næmingaráðið. Hesi hava øll sum endamál at betra um trivnaðin hjá tí einstaka.