Atferðarreglur

Atferðarreglur fyri Hvalvíkar skúla
Endamál:
At skapa góðar karmar um undirvísingina, sum kunnu virka við til, at næmingar og lærarar vísa ábyrgd bæði fyri sær sjálvum, hvørjum øðrum og skúlanum sum heild.
 
Reglur:
·       Næmingarnir hava skyldu at møta í skúla rættstundis, úthvíldir og fyrireikaðir.
·       Næmingar skulu vera á skúlans øki í skúlatíðini.
·       Tað er ikki loyvt at ganga inni í skóm.
 
·       Skal næmingurin hava frí í 1-2 dagar, skal flokslærarin spyrjast. Er brúk fyri fleiri døgum, skal leiðslan spyrjast.
·       Er næmingur ikki í skúla, skal skúlin hava boð um fráveruna.
 
·       Tað er ikki loyvt at nýta fartelefon í skúlatíð uttan so, at serlig avtala er gjørd við flokslæraran.
·       Flokslærarin ger saman við næmingunum reglur fyri flokkin.
·       Flokslærarin skipar fyri røklaskipan í flokkinum.
·       Arbeiðsfriður og góður atburður er kravdur í tímunum eins væl og í fríkorterunum.
·       Friður skal vera á gongini, meðan undirvíst verður.
·       Næmingarnir eiga at vísa góðan atburð móti lærarum og næmingum bæði í orð og gerð.
·       Harðskapur verður ikki góðtikin.
·       Næmingar verða ikki sendir heim uttan so, at foreldrini hava fingið boð um hetta.
·       Foreldur hava fráboðanarskyldu, um barn teirra hevur fingið lýs.
 
·       Bøkur og annað, sum skúlin eigur má vera væl viðfarið.
·       Skúlin kann krevja endurgjald fyri skaða á bøkur, innbúgv og annað.
·       Øll hava skyldu at lata ognir hjá øðrum næmingum fáa frið. Hvørvur peningur ella annað av virði, sum næmingurin hevur við í skúla, tekur skúlin onga ábyrgd av hesum.
 
·       Næmingarnir skulu ikki hava lutir við sær í skúla, sum kunnu vera vandamiklir ella vera øðrum til ampa.
·       Alt spæl, bæði úti og inni, eigur at vera so, at tað ikki er øðrum at ampa.
·       Tað er ikki loyvt at spæla bólt inni.
·       Tað er ikki loyvt at súkkla og nýta rennifjøl á skúlaøkinum.
 
·       Royking er ikki loyvd á skúlans øki.
Atgerðir:
Um næmingur ikki heldur seg til omanfyri nevndu reglur, tosar flokslærarin við næmingin um trupulleikan. Um samtalur, átalur og ávaringar ikki tykjast at hjálpa, og trupulleikin er afturvendandi, verður skúlaleiðarin settur inn í málið. Er eingin vend í málinum, verður farið til punkt 1-3.
1.      Flokslærarin tosar við heimið um støðuna. Stutt skrivlig frágreiðing verður latin skúlaleiðaranum.
2.      Um hetta ikki hjálpir, vísir flokslærarin næminginum til skúlaleiðaran. Skúlaleiðarin minnir enn einaferð á atferðarreglurnar, setur seg í samband við heimið og ger vart við trupulleikan. Dagfest skrivlig frágreiðing verður goymd saman við frágreiðingini frá flokslæraranum/læraranum.
3.      Um hetta framvegis ikki hjálpir, kann skúlaleiðarin vísa næminginum heim í upp til eina viku. Skrivlig grundgeving verður send heiminum.
 
 
4.      Um næmingur førir harðskap mótvegis øðrum næmingi ella lærara, verður viðkomandi biðin um at fara heim restina av degnum. Foreldrini verða kunnað um tilburðin, áðrenn hetta verður sett í verk.
 
5.      Annars verður víst til kunngerð nr. 68 frá 9. juni 2010 um reglur at fremja gott skil og umsjón við næmingum.
Viðvíkjandi umsjón:
·       Lærararnir hava umsjón við næmingunum í skúlatíðini. Hetta skal gerast, fyri at næmingarnir hava ein góðan og tryggan dag.