Tilbúgvingarætlan

Tilbúgvingarætlan fyri Hvalvíkar skúla
Tilbúgvingarætlanin er ein vegleiðandi ætlan, so farast kann fram á ein so skynsaman og umsorgarfullan hátt sum gjørligt, tá næmingar ella lærarar verða raktir av sorg ella kreppu. Skelkur og sorg kunnu gerast verri, um tøgnin valdar kring tann rakta. Vit eru øll medmenniskju og eiga tí at stuðla og hjálpa viðkomandi.
Uppgávan hjá leiðsluni:
·       Hava eina dagbók, har hendingar verða skrivaðar í.
·       Syrgja fyri at flaggið verður vundið niður í hálva stong.
·       Senda blómur/krans.
·       Søkja um kreppuhjálp.
·       Kunna nýggjar lærarar um tilbúgvingina.
·       Eftirmeta tiltøk í árinum saman við námsfrøðiligar ráðnum.
Uppgávan hjá skúlastýrinum:
·       Kunna foreldrini um tilbúgvingarætlanina.
·       Skipa fyri fundum ella fyrilestrum um evnið.
Tá næmingur doyr:
·       Leiðslan og flokslærari seta seg í samband við heimið fyri nágreiniliga at vita, hvussu støðan er.
·       Leiðslan kunnar allar lærarar um støðuna.
·       Flokslærarin kunnar flokkin.
·       Morgunin eftir ella so skjótt sum til ber kunnar leiðslan allar næmingarnar um hendingina.
·       Saman við kunningini verður andakt hildin. Vit biðja faðir vár, tendra ljós og sálmurin: “Guð ger meg til eitt lítið ljós” verður sungin. Vit minnast tann deyða í felag.
·       Flaggið verður vundið niður í hálva stong.
·       Vit geva rúm fyri, at næmingar kunnu práta, spyrja og vísa kenslur. Tímatalvan verður niðurløgd.
·       Skúlin verður stongdur til jarðarferðina, og flaggið verður vundið niður í hálva stong.
·       Okkurt serligt kann verða gjørt við plássið hjá næminginum tíðina eftir andlátið.
·       Flokkurin kann saman við flokslæraranum bjóða seg fram at pynta kirkjuna.
·       Føðingardagurin hjá barninum kann verða merktur.
Tá lærari doyr:
·       Leiðslan kunnar hinar lærararnar um støðuna.
·       Kunnað verður á sama hátt sum tá næmingur doyr.
·       Lærararnir vitja familjuna.
·       Skúlin verður stongdur, tá jarðarferðin er.
Tá næmingur missir foreldur ella systkin
·       Kunnað verður á sama hátt sum tá næmingur doyr.
·       Flokslærarin kunnar foreldur/avvarðandi og næmingin, at vit tosa um andlátið í skúlanum.
·       Flokslærarin og leiðslan vitja heimið saman við flokkinum.
·       Skúlin er stongdur, tá jarðarferðin er, og flaggið verður vundið niður í hálva stong.
·       Skúlin skal royna at vera um næmingin tíðina eftir, at andlátið hevur verið.
Tá næmingur hevur verið leingi burtur vegna sjúku ella annað:
·       Flokslærarin tosar við foreldrini fyri at kunna seg um støðuna.
·       Avtala kann verða gjørd við foreldrini um kunning í flokkinum.
·       Flokslærarin skipar fyri, at næmingurin verður kunnaður um tað, sum fyriferst á skúlanum, so hann alla tíðina kennir seg sum ein part av hópinum.
·       Flokkurin ger tiltøk saman við flokslæraranum, tá næmingurin kemur aftur.
Tá foreldur/systkin hjá næmingi verða rakt av álvarsligari sjúku ella vanlukku
·       Lærarar tosa saman um støðuna.
·       Í samráð við heimið tosar flokslærarin við flokkin um støðuna hjá familjuni.