Altjóða kyndlarennarar vitja Hvalvíkar skúla

Altjóða kyndlarenningin: "Sri Chinmoy Oneness Home Peace Run" vitjar Hvalvíkar skúla mikumorgunin kl. 8.10. Tey koma at tosa við næmingarnar um, hvussu týdningarmikið tað er at liva í sátt og semju. 
Næmingarnir sleppa at halda kyndlinum, sum er eitt tekin uppá samlag og jaligar tankar. Tey fara at spæla nøkur spøl saman við næmingunum. Síðan verður runnið á skúlaøkinum, áðrenn sagt verður farvæl.  Vitjanin tekur áleið 45 min. 
Sri Chinmoy Oneness Home Peace Run byrjaði tiltakið fyri 30 árum síðan. Hetta er triðu ferð, tey vitja í Føroyum.
Endamálið við vitjanini er at minna okkum øll á, hvat vit kunnu gera fyri alheimsfriðin. 
Vit gleða okkum at hitta tey :)