Trivnaðarætlan

Trivnaðarætlan fyri Hósvíkar skúla
 
Treytin fyri at næmingarnir skulu kunna luttaka í einum felagsskapi er, at teir hava sosialan førleika. Treytin fyri at næmingarnir skulu kunna fáa sum mest burtur úr undirvísingini er, at teir trívast í skúlanum.  
 
Trivnaðarætlanin skal verða eitt amboð í gerandisdegnum hjá næmingum, lærarum og foreldrum til at menna sosiala førleikan hjá næmingunum og skapa góðan trivna í skúlanum. Tað er framvegis so, at foreldrini hava høvuðsábyrgdina av at uppala síni børn, men skúlin skal hjálpa til.
 
Í Endamálsgrein fólkaskúlans stendur soleiðis:
§1 Uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.
 
Endamálið við trivnaðarætlanini er:
1. At økja sosiala førleikan hjá næmingunum
2. At skapa eitt gott læruumhvørvi
3. At læra næmingarnar at taka ábyrgd av egnum lívi, fakliga og sosialt
4. At økja samstarvið millum – næmingar, lærarar, heim og skúla
 
Eyðkenni fyri næmingar við sosialum førleika:

  • Smáir og stórir næmingar hjálpa og læra av hvørjum øðrum, fakliga og sosialt
  • Næmingarnir tosa pent hvør við annan
  • Eingin argar, happar ella særir onnur
  • Næmingarnir grípa inn, um onkur er í vanda ella hevur tað ringt
  • Teir størru næmingarnir eru góðar fyrimyndir
  • Teir fara væl um skúlan
  • Teir eru góð umboðan fyri skúlan úti millum onnur

 
Trivnaðartiltøk í skúlanum
Í ársætlan skúlans eru ásettir dagar fyri ymisk afturvendandi tiltøk, sum eru við til at økja um trivnaðin hjá næmingum, lærarum og foreldrum s.s.: Seturskúli, útferðir, vitjanir,  garðdag, verkætlanararbeiði, evnisarbeiði, jóla- og føstulávintshald og heim/skúlasamstarv. Inn í millum hava vit hugnakvøld, sum foreldrabólkarnir skipa fyri og tiltøk fyri foreldrini. 
 
Til at stuðla okkum við trivnaðararbeiðnum, hava vit:
Atferðarreglur
Floksreglur
Floksfundir
Næmingasamrøður
Happiætlan
Foreldrabólkar
Spælilið
Heilsufrøðing
SSP
Førleikastovuna: AKT lærara, serlærara, lesivegleiðara og orðblindalærara
Sernám
 
__________________________________________________________________________________________
 

 

Happiætlan
 
Tað er ein mannarættur at kunna kenna seg tryggan í skúlanum. Bæði í flokkinum og í skúlagarðinum. Tí verður happing ikki góðtikin og skal basast. Kanningar vísa tíbetur, at skúlar, ið gera eitt áhaldandi átak ímóti happing, hava góð úrslit at vísa á.
 
Eitt barn kann verða happa við nógvum ymiskum, men um eitt barn verður happað, er tað grundleggjandi tí, at “normarnir” loyva tí.
 
Tí snýr arbeiði móti happing seg um at hevja tolsemið hjá barninum/børnunum - at læra tað/tey eina atferð, ið leggur áherðslu á at innlima onnur børn í felagsskapin í staðin fyri at útihýsa.
 
Vit rokna við, at øll foreldur stuðla skúlans arbeiði at forða happing, og virða tær sosialu spælireglur, ið eru í skúlanum.
 
Hvat er happing?
Tað eru umráðandi at vit meina tað sama, tá ið vit tosa um happig. - Nær er talan um tvístøður, nær er talan um arging  - og nær er talan um happing?
 
Helle Høiby, serfrøðingur innan happing í skúlum greinar hesi trý hugtøkini soleiðis:
 
Tvístøða:
Ósemja, klandur ella ein spent støða millum tveir ella fleiri persónar ella bólkar. Í mun til happing er valdsbýtið millum partarnar nøkunlunda javnt.
 
Arging:  
Ber brá av at vera tilvildarlig og ósjálvrádd. Tað er ofta ein einstøk ger, ið m.a kann snúgva seg um at royna mørk ella ein roynd at fáa samband.
 
Nervandi arging
Ein grásona millum arging og happing. Tá argingin missir brá av at vera tilvildarlig, og valdsbýtið millum partarnar verður spakuliga førkað. Kann verða ein ávaring um happing.
 
Happing
Eyðkenni fyri happing er fyrst og fremst, at valdsbýtið er ójavnt millum partarnar – happing er tí ikki ein tvístøða ella ein konflikt og kann ikki viðgerast sum slík.
Heilt ítøkiliga definera vit happing soleiðis:
 
Talan er um happing í skúlanum, tá ið ein ella fleiri floksfelagar áhaldandi arga ella útihýsa einum persóni, har hesin er “noyddur” at vera.
 
Hesi tiltøk verða sett í verk:
 
Um happing verður staðfest: (Leistur: “Ikki mere mobning”, Helle Hoiby s. 37- 78)
1.       Tey vaksnu boða flokslæraranum frá.
2.       Flokslærarin tosar við ofrið og happaran.
3.       Flokslærarin setur í verk eina útgreinan av flokkinum eftir Helle Højby-háttinum.
4.       Happarin og foreldur hansara verða kallað til fundar við flokslærara og skúlaleiðara.
          Á fundinum verður ein ætlan løgd fyri, hvussu víðari skal farast fram.
 
Í sambandi við ógvusligar tvístøður, hóttanir og ljótan málburð:
1.       Partarnir vera førdir saman fyri at útgreina málið.
2.       Foreldrini verða boðsend, til at koma eftir næminginum.
3.       Næmingurin verður burturvístur. Burturvísingin kann vera millum ein og fimm dagar.
4.       Foreldur og næmingur verða kallað inn til fundar við flokslæraran og skúlaleiðaran,
          áðrenn næmingurin kemur aftur í skúla.
 
Í sambandi við vánaliga trivnað í flokkinum:
1.       Flokslærarin og skúlaleiðarin viðgera støðuna, og umhugsa hvørji tiltøk skulu setast í verk.
2.       Foreldrini verða kallað inn til fundar í skúlanum. Á fundinum luttaka flokslærarin og skúlaleiðarin.
3.       Á fundinum verður avtalað, hvussu arbeiðið framyvir skal skipast millum skúla, næmingar og foreldur.
 
 
Felags ábyrgd millum heim og skúla. 
 
• Bæði børn og vaksin hava krav uppá eitt tosingarlag, ið er merkt av sínamillum virðing og tolselmi.
• Tað eru altíð tey vaksnu – lærarar og foreldur – ið hava ábyrgdina av, at tað er eitt gott sosialt umhvørvi í skúlanum og í flokkunm. Arbeiðið við tí sosiala lívinum í flokkinum kann ikki ”veljast frá” av teimum vaksnu.
• Skúlin góðtekur ikki, at børn og vaksin vera “útsett”  fyri ella “útseta” onnur fyri nervandi arging og happing.
• Grundarlagið við at forða fyri happing í skúlanum liggur í tí einstaka flokkinum. Her skulu næmingar og lærarar fyribyrgja happing eftir fastlagdari ætlan gjøgnum øll skúlaáarini.
• Skúlin væntar, at foreldrini virða og bakka upp um tær sosialu spælireglurnar, ið eru galdandi í skúlanum og í teimum einstøku flokkunum.
• Í skúlanum siga vit, at tað ikki er ”at slatra”, tá gjørt verður vart við, at onkur hevur brúk fyri hjálp. Tað er at vera ein góður vinur.
• Næmingarnir skulu altíð siga einum vaksnum frá, um tey eru útsett fyri ágangandi arging og happing, ella um tey varnast tekin um happing millum onnur børn í skúlanum.
• Foreldur, sum varnast ella hava varhuga av, at teirra barn verður illa argað ella happað, skulu seta seg í samband við flokslæraran hjá barninum.
• Skúlin hevur eina fasta virkisætlan at ganga eftir, um mistanki er um happing, ella um happing fer fram og við vánaligum trivnaði í flokkinum.
• Skúlin væntar, at øll vaksin – foreldur og lærarar – reagera umgangandi, um tey í teirra dagligu ferð í skúlanum vera vitni til, at eitt barn verður hótt, tala ljótt við, lagt hond á ella á annan hátt verður niðurgjørt. Um foreldur varnast slíkar tilburðir, hava tey skyldu til at seta seg í samband við ein lærara, ið kann taka sær av innblandaðu pørtunum.
  
 
 
Hósvíkar skúli, juni 2007
 
Seinast dagført, apríl 2015
 
Námsførðiliga ráðið og Skúlastýrið fyri Hósvíkar skúla
 
 
__________________________________________________________________________________________
 
 
 

10 góð ráð til foreldur

 

1. Ráð

Tosa ikki ilt um floksfelagar hjá barni tínum. Heldur ikki um foreldur teirra.

Hví? Hetta órógvar barnið, tá tað skal knýta vinarbond í flokkinum. Ávirkanin heimanífrá hevur stóra ávirkan á tolsemið í flokkinum.

 

2. Ráð

Stuðla barni tínum í at vera fjølbroytt í mun til at knýta vinarbond í flokkinum.

Hví? Tað styrkir barnið at hava relatiónir við fleiri børn í flokkinum. Hetta minkar eisini um vandan fyri, at okkurt barn er serliga einsamalt.

 

3. Ráð

Spyr til floksfelagar hjá barni tínum, sum ongantíð verða nevndir, eru við heima, ikki bjóða í føðingardag o.s.fr.

Hví? Hesi ’ósjónligu’ børn kunnu vera happað børn, sum hava fyri neyðini at verða tikin við inn í spælið ella samanhaldið.

 

4. Ráð

Stuðla barni tínum í at verja tað barnið, ið ikki kann verja seg sjálvt.

Hví? Ein hjálpandi hond frá einum floksfelaga kann hava serstakliga stóran týdning fyri happaða barnið, so tað kemur út úr avbyrgingini, sum happingin ofta skapar.

 

5. Ráð

Syrg fyri, at títt barn tekur lut í øllum føðingardøgum, tað verður boðið í. Sig frá, um ikki ber til at koma.

Hví? Hetta vísir, at ein føðingardagsinnbjóðing verður vird, og tað hevur stóran týdning fyri føðingardagsbarnið.

 

6. Ráð

Sig barni tínum, at føðingardagar eru ymiskir, og hetta er tað, sum ger teir spennandi.

Hví? Útsetta barnið í flokkinum fær ofta at vita, at hennara/hansara føðingardagur er keðiligur. Flest øll børn verða særd, tá familja teirra verður kritiserað.

 

7. Ráð

Minnist altíð til sosialan føðingardagspolitikk, tá tit sjálv halda føðingardag fyri tykkara barni: øll, eingin ella allar gentur/allir dreingir. Hetta halda flestu børn vera rættvíst.

Hví? Tað er ómetaliga týdningarmikið fyri felagskensluna í flokkinum, at boðið verður í hesum ’viðtiknu’ bólkunum. Ikki at verða boðin við í føðingardag er ógvuliga særandi.

 

8. Ráð

Gev tær tíð til samveru við hini foreldrini í flokkinum.

Hví? Sosial samvera millum foreldrini í flokkinum, hevur góða ávirkan á samveruna millum børnini.

 

9. Ráð

Stuðla lærarum, ið raðfesta sosiala lívið í flokkinum.

Hví? Lærarar, sum gera nakað ítøkiligt fyri at betra um trivnaðin í flokkinum, hava stuðul fyri neyðini, um hetta skal eydnast.

 

10. Ráð

Brúka foreldraumboðini og skúlastýrið í samband við arbeiðið ímóti happing.

Hví? Hesi kunnu virka við til, at happingarátakið verður høgt raðfest.

 

Helle Rabøl Hansen, danskur serfrøðingur í happing, hevur orðað hesi 10 ráðini.