Ítróttardagur - 6. fl. skipaði fyri

Mikudagin, 21. juni, skipaði 6. flokkur fyri ítróttardegi. Hetta var sum eitt lítið farvæl hjá teimum, nú tey skulu ganga í Sunda skúla komandi skúlaár.
Tey býttu næmingarnar í bólkar. Hesir skuldu fara út á eina spennandi postarenning. Postar lógu goymdir kring um bygdina. Á postunum stóðu bókstavir, ið tey skuldu seta saman til eitt orð.
Hetta gekk alt væl. Aftaná vóru ymsar stuttligar kappingar á skúlavøllinum og fótbóltsvøllinum m.a. at ganga við einari ballón í einari skeið, ið var fylt við vatni og at eta súrepli í vatni.
Frálíkt tiltak 6. flokkur! :)