Ítróttardagur - 6. fl. skipaði fyri


Mikudagin, 21. juni, skipaði 6. flokkur fyri ítróttardegi. Hetta var sum eitt lítið farvæl hjá teimum, nú tey skulu ganga í Sunda skúla komandi skúlaár.
Tey býttu næmingarnar í bólkar. Hesir skuldu fara út á eina spennandi postarenning. Postar lógu goymdir kring um bygdina. Á postunum stóðu bókstavir, ið tey skuldu seta saman til eitt orð.
Hetta gekk alt væl. Aftaná vóru ymsar stuttligar kappingar á skúlavøllinum og fótbóltsvøllinum m.a. at ganga við einari ballón í einari skeið, ið var fylt við vatni og at eta súrepli í vatni.
Frálíkt tiltak 6. flokkur! :)


Les meira...




Uppi í Risahellu


19. juni var skúlin uppi í Risahellu. Tá ið vit komu niðaná, fór at regna eina løtu. Tá fingu næmingarnir sær ein bita aftan fyri onkran steinin. Men so sleit í, og tá var m.a. spælið "krógva og blunda" spælt.
Nakrir næmingar klivu upp á teir stóru steinarnir, ið liggja her uppi - harav navnið.
Frítt og gott at ganga her uppi.
Ein góður túrur :)


Les meira...




Verkætlan: Sunda kommuna


Í viku 21 arbeiddi skúlin við eini verkætlan. Evnið hesa ferð var Sunda kommuna. Vit valdu at fara við bussi runt allar bygdirnar.
Mánadagin vóru vit í Gjógv og Saksun og týsdagin í Vík og Tjørnuvík. Á vegnum sóu vit allar bygdirnar. 
Nógvar myndir vóru tiknar og mikudagin hongdu næmingarnir hesar upp á skúlans veggir saman við frágreiðing um bygdirnar.
Næmingarnir hugnaðu sær hesar dagar :)


Les meira...




Teknikapping


Árliga teknikappingin var fríggjadagin 26. mai.
3 vinnarar vóru funnir, ein fyri 1.-2. flokk, ein fyri 3.-4. flokk og ein fyri 5.-6. flokk.
Vinnararnir vóru Kristian Martin, Pól Jóhannus og Jónas.
Hjartaliga tillukku :)


Les meira...




Ein dýrdardagur


Í góðveðrinum í dag, 5. mai, vóru næmingarnir nógv úti. Hvør einstakur í 1.-3. flokkur savnaði lutir úr náttúruni: blómur, steinar, gággur, fuglabein, fjaðrar og hetta ymsa, ið náttúran hevur at borðreiða við. Seinni skuldi hetta nýtast uppi í skúlanum. Á róðrarkaiuni lógu næmingarnir fram eftir rommum og hugdu eftir spákandi krabbagággum niðri á botni og smáum hvalspýggjum, ið róku friðarliga framvið. Alt andaði av friði og ró. ( Sí myndasavn.) Sigvør, Helena og Dávid bakaðu pannukakur uppi í skúlanum og bjóðaðu hinum. Og sjálvandi var máltíðin hildin úti!


Les meira...